Landsstýrismaðurin í samferðslumálum, Dennis Holm, hevur svarað einum fyrispurningi frá Johan Dahl, løgtingsmanni fyri Sambandsflokkin, um viðurkenning av talgildum føroyskum koyrikortum í Danmark og talgildum donskum koyrikortum í Føroyum.
Dennis Holm sigur, at danski samferðslumálaráðharrin, Thomas Danielsen, hevur sent eitt bræv, har hann spyr um møguleikan at viðurkenna talgildu koyrikortini sínamillum.
Landsstýrismaðurin hevur svarað danska ráðharranum, at landsstýrismaðurin er sinnaður at samstarva við danskar myndugleikarnar um at gera tað møguligt at viðurkenna talgildu koyrikortini sínamillum. Landstýrismaðurin væntar, at arbeiði fer í gongd í næstum.
Dennis Holm vónar eisini, at tað fer at bera til at fáa sínámillum viðurkenning av talgildum koyrikortum í øllum Norðurlondum. Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið fer at kanna henda møguleikan næstu tíðina.