Føroyar og Danmark eru samd um, at talgilda koyrikortið skal kunna nýtast í báðum londunum. Tað merkir, at føroyskir bilførarar fara at kunna brúka talgilda koyrikortið í Danmark – og danskir bilførarar fáa somuleiðis møguleika at brúka sítt talgilda koyrikort í Føroyum.
Higartil hevur ikki verið møguligt at nýta talgilt koyrikort uttan fyri landoddarnar, men landsstýrismaðurin í samferðslumálum, Jóhan Christiansen, og danski samferðslumálaráðharrin, Thomas Danielsen, eru samdir um, at hetta skal broytast.
Tað skal vera lætt at brúka sítt talgilda koyrikort – óansæð um tú ert í Danmark ella í Føroyum. Vónin er eisini, at hetta verður fyrsta stigið á leiðini til, at føroyska talgilda koyrikortið kann verða góðkent í fleiri ES-londum, sigur Jóhan Christiansen, landsstýrismaður í samferðslumálum.
Vit hava eitt gott og tætt samstarv millum Danmark og Føroyar, og tí er tað eisini púra natúrligt fyri meg, at vit viðurkenna talgilda koyrikortið hjá hvørjum øðrum. Vit hava nú funnið eina praktiska loysn, og tá ið reglurnar eru broyttar, kunnu bilførarar úr bæði Føroyum og Danmark brúka sítt talgilda koyrikort, sigur danski samferðslumálaráðharrin, Thomas Danielsen.
Á skrá var eisini eitt uppskot til avtalu um føroyska busskoyring í Danmark, sum landsstýrismaðurin og danski samferðslumálaráðharrin eru samdir um at undirskriva í næstum.
