

Tap á kvøldinum skalar ikki gleðina hjá Turið sum hevur vunnið seg í enn eina steypafinalu
14.02.2026Kyndilskvinnur taptu í seinnu Faxe Kondi hálvfinaluni 32-33 (15-18) fyri H71, men tað skalar ikki ellivumálsskjúttan hjá Kyndli, Turið Arge Samuelsen sum fegnast um ein samlaðan 68-62 hálvfinalusigur. Turið heldur, at tær í Kyndli hava ein vinnaramentalitet, ið hevur givið teimum møguleikan at royna seg í enn einari steypafinalu. Her ber til at hoyra samrøðuna Pætur Nolsøe gjørdi við Turið aftaná samlaða hálvfinalusigurin:



