Venjingarlandsdystur í kvinnuhondbólti á Skála
Føroyar – Svøríki B 26-28 (14-16)
Føroysku hondbóltskvinnurinar taptu eisini seinnna venjingardystin móti svenska B-landsliðum, sum var spældur í høllini á Skála í dag.
Longu tá ið 10 minuttir vóru spældir, førdi Svøríki 7-1, og restina av fyrra hálvleiki brúktu Føroyar til at stríða seg niður á hálvleiksstøðuna 16-14 til Svøríki.
Seinni hálvleikur byrjaði akkurát líka sum fyrri, og Svøríki fór skjótt fram um 21-14, áðrenn Føroyar svaraðu aftur.
Tá ið fýra minuttir vóru eftir, minkaði Rannvá Olsen til støðuna 25-24, og Svøríki avgjørdi ikki dystin fyrr enn í seinasta minutti. Úrslitið gjørdist 28-26 til Svøríki.
Teir báðir landsdystirnir, sum Føroyar hava spælt móti Svøríki B hetta vikuskiftið, eru liður í fyrireikingunum til EM-endaspælið í Sveis, Eysturríki og Ungarn.
Føroyar spæla sínar dystir í Basel í Sveis. Dystirnir eru móti Sveis, Kroatia og Danmark í døgunum frá fríggjadegnum 29. novembur til týsdagin 3. desembur.
Føroyskir málskjúttar og leikarar:
Pernille Brandenburg 6
Maria Pálsdóttir Nólsoy 5
Lukka Arge 3(3)
Súna Krossteig Hansen 3
Lív Sveinbjørnsdóttir Poulsen 3
Rannvá Olsen 2
Jana Mittún 2
Rakul Wardum (málverji) 1
Turið Arge Samuelsen 1
Annika Fríðheim Petersen (málverji)
Brynhild Pálsdóttir
Bjarta Johansen
Brynja Høj
Lív Zachariasen
Marita Mortensen
Anna Elisabeth Halsdóttir Weyhe
Bjørk Franksdóttir Joensen