Vinardystur
Georgia – Føroyar 1-0 (1-0)
At talan var um ein vinardyst sást frá byrjan. Tí lítil ferð var á dystinum
Føroyar byrjaðu við Bárði á Reynatrøð í mál, í verjuni vóru Jann Benjaminsen, Gullbrandur Øregaard, Gunnar Vatnhamar, Viljormur Davidsen, ið eisini var liðskipari, og Daniel Johansen. Á føroyska miðvøllinum vóru Poul Kallsberg, Noah Mneney, Jákup Biskopstø Andreasen og Hanus Sørensen, meðan Patrik Johannesen var fremstur.
Nakað av ferð tó á spælinum hjá Georgia fyrstu løtuna, og tað gav eisini úrslit longu í níggjanda minutti eftir hornapark. Okkara málverji, Bárður á Reynatrøð, kom út eftir bóltinum, men fór skeivur av honum, og so kundi Luka Lochoshvili ótarnaður skalla bóltin í tóma málið.
Eftir málið vóru georgar upp aftur minni ágangandi enn áðrenn, men framvegis vóru teir fullkomiliga spælstýrandi.
Einastu álopsatsóknirnar hjá Føroyum komu, tá ið hálvi sandavágsmaðurin og hálvi havnarmaðurin, sum er uppvaksin í Noreg, Gullbrandur Øregaard, kastaði tvey sera long innkøst inn í brotsteigin, tó uttan at nakar vandi var á ferð.
Tíggju minuttir fyri hálvleik høvdu Føroyar sína bestu løtu í fyrra hálvleiki. Fyrst kom Partik Johannesen til eitt skot, eftir at georgiska verjan misti bóltin. Patrik var kortini ikki nóg kvikur at renna frá verjuleikarunum og mátti skjóta í truplari støðu, og málverjin hevði lætt við at bjarga.
Beint eftir høvdu Føroyar eitt hornaspark, sum ikki gjørdist vandamikið.
Fyrst í seinna hálvleiki hevði Daniel Johansen bestu atsóknina hjá Føroyum higartil í dystinum, tá ið hann fluktaði ein bólt við veikara høgra beininum. Bólturin fór heilt upp undir tvørtræðið uttarliga í málinum, men málverjin var vakin og bjargaði.
Georgia hevði framvegis bóltin meira og ferðin var framvegis sera lág.
Føroyar framdu nakrar útskiftingar. Adrian Justinussen kom inn fyri Gunnar Vatnhamar í hálvleikinum, og tá ið eitt korter var spælt komu Hallur Hansson, Brandur Hendriksson, Petur Kundsen og Árni Frederiksberg inn fyri Patrik Johannesen, Jann Benjaminsen, Noah Mneney og Poul Kallsberg. Tíverri mátti Petur Knudsen skjótt út aftur, tí hann lendi óheppið eftir ein nærdyst, og sá út til at fáa okkurt slag av skaða í knæið. Inn kom Páll Klettskarð.
Føroyar sluppu nú at hava bóltin nógv meira, og serliga upp á deyðbóltar frá Árna Frederiksveg var ein ávísur vandi á ferð.
Vit fingu eisini ein góðan møguleika, tá ið Hanus Sørensen lyfti bóltin hegnisliga innum verjuna til púra leysa Páll Klettskarð, sum akkurát ikki fekk ordiligt skot á.
Hesin spaki og hálvavegna meiningsleysi landsdystuirin endaði 1-0 til Georgia, og tað er upp á pláss, at spyrja, um Føroyar fáa nakað sum helst burtur úr einum slíkum vinardysti, har vit ferðast langt fyri at spæla ein hugnadyst.
