TB ella B71 kunnu flyta upp

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Beint eftir arbeiðstíð í dag kl. 16.15 verða seinastu dystirnir í 1. deild hetta kappingarárið spældir. Stórur spenningur eru um, hvør skal fylgja FC Suðuroy upp í bestu deildina, TB ella B71. 

Undan seinasta umfari er TB á triðja plássi við 42 stigum, eitt stig framman fyri B71.  

TB vitjar FC Hoyvík, og tað kann gerast ein trupul dystur, tí hóast FC Hoyvík er flutt niður, so hava hoyvíkingar bert tapt heilt fáar dystir eftir summarfrítíðina. 

B71 spælir móti KÍ í Klaksvík. Her er støðan tann, at Kappingarlógirnar gera, at KÍ ikki kann brúka leikarar av besta liðnum hesi seinastu umførini. Tí skuldi avgjørt verið møguleiki hjá B71 at vunni øll trý stigini í hesum dystinum. 

FM1 sigur frá báðum dystunum. Trygvi Absalonsen sigur frá dystinum FC Hoyvík-TB, og Rúni á Reynatrøð sigur frá dystinum KÍ-B71. Sendingin byrjar klokkan 16. 

Um hvørki TB ella B71 vinna sín dyst, er ein annar møguleiki, at næstbesta liðið hjá B36 fer upp um bæði liðini á stigatalvuni. Tað merkir so, at TB ella B71 enda 4. plássið, og tá verða tey noydd at spæla ein upp-og niðurflytingardyst móti nummar 9 í Betrideildini, sum verður antin B68 ella Skála. 

Í hinum endanum av 1. deild er næstbesta liðið hjá HB flutt niður saman við FC Hoyvík. 

Dagsins dystir 
Víkingur II  B36 II 
HB II – AB 
FC Suðuroy – NSÍ II 
KÍ II –B71 
FC Hoyvík -TB 

Støðan undan seinasta umfari: 

MálmunurStig
Víkingur II3451
FC Suðuroy1845
TB1442
B711441
B36 II1241
AB1537
NSÍ II-931
KÍ II-1730
FC Hoyvík-2920
HB II-5212