Betrideildin menn
EB/Streymur- TB 2-2 (0-1)
EB/Streymur og TB deildu stigini í einum spennandi dysti í Streymnesi í dag. Úrslitið gjørdist 2-2.
TB legði seg á odda longu í 2. minutti, tá Samudeen Musah setti bóltin í netið eftir upplegg frá Torkil Holm. Samudeen Musah var aftur í miðdeplinum í 52. minutti, tá hann vann bóltin frá einum verjuleikara og legði upp til Mohamed Samba, sum økti til 2-0.
Men EB/Streymur svaraði aftur. Í 75. minutti minkaði Meinhard Debes Geyti um munin við einum góðum skoti úr sera spískum vinkli. Bert tveir minuttir seinni javnaði Búi Egilsson til 2-2, tá ið hann fekk fatur á einari langari sending frá Tóka Johannesen, og staddur millum fleiri verjuleikarar legði hann bóltin undir málverjan.
Dysturin endaði við stórum møguleika til EB/Streym í yvirtíðini, tá ið Virgar Jónsson var nær við at skora. Men stigini vórðu deild.
Savnsmynd: Sverri Egholm
19. umfar í Betrideildini
Leygardagin 16. august
- EB/Streymur – TB 2-2
Sunnudagin 17. august
- Kl. 16.00 B68 – FC Suðuroy
- Kl. 18.00 HB – 07 Vestur
Mánadagin 18. august
- Kl. 18.30 B36 – KÍ
- Kl. 18.30 Víkingur – NSÍ
Stigatalva
D | V | J | T | MF | MÍ | MM | Stig | ||
---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|
1 | KÍ | 17 | 16 | 1 | 0 | 59 | 8 | 51 | 49 |
2 | NSÍ | 18 | 13 | 2 | 3 | 68 | 22 | 46 | 41 |
3 | HB | 18 | 13 | 2 | 3 | 42 | 29 | 13 | 41 |
4 | Víkingur | 18 | 9 | 3 | 6 | 26 | 19 | 7 | 30 |
5 | B36 | 18 | 7 | 4 | 7 | 29 | 30 | -1 | 25 |
6 | EB/Streymur | 18 | 6 | 5 | 7 | 20 | 31 | -11 | 23 |
7 | B68 | 18 | 5 | 3 | 10 | 23 | 44 | -21 | 18 |
8 | FC Suðuroy | 18 | 4 | 0 | 14 | 16 | 46 | -30 | 12 |
9 | TB | 19 | 2 | 5 | 12 | 20 | 58 | -38 | 11 |
10 | 07 Vestur | 18 | 2 | 1 | 15 | 21 | 37 | -16 | 7 |