Betrideildin menn:
TB – B68 1-1 (0-0)
Seinasti dysturin í 9. umfari í Betrideildini við monnum var í Trongisvági í dag, har TB tók móti B68.
Talan var sum heild um ein javnan dyst, og liðini høvdu nøkulunda líka nógvar møguleikar.
Fyri stegðin kom einki mál, men beint eftir steðgiin legði TB seg fram um eftir eitt sera væl spælt mótálop. Marley Blair rak fram eftir vøllinum, legði hann út í vinstru síðu til Samudeen Musah, sum spældi inn aftur til Marley Blair, og so var TB frammanfyri.
Í TB munnu tey iðra seg nógv um útjavnandi. Hanus Højgaard hjá B68 sendi eitt skot móti málinum, men málverjin Anders Tønnesen bjargaði, fyri síðan at missa bóltin í málið. Á dómaraseðlinum stendur Hanus Højgaard, sum málskjútti, men talan var heldur um eitt sjálvmál.
Bæði liðini høvdu møguleikar at avgera dystin. Men tveimum botnliðum so líkt, so deildu tey stigini.

D | V | J | T | MF | MÍ | MM | Stig | ||
---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|
1 | KÍ | 9 | 9 | 0 | 0 | 32 | 4 | 28 | 27 |
2 | NSÍ | 9 | 8 | 0 | 1 | 41 | 8 | 33 | 24 |
3 | HB | 9 | 6 | 0 | 3 | 19 | 19 | 0 | 18 |
4 | B36 | 9 | 5 | 1 | 3 | 15 | 13 | 2 | 16 |
5 | EB/Streymur | 9 | 4 | 1 | 4 | 10 | 17 | -7 | 13 |
6 | Víkingur | 9 | 3 | 2 | 4 | 8 | 9 | -1 | 11 |
7 | B68 | 9 | 2 | 2 | 5 | 8 | 21 | -13 | 8 |
8 | FC Suðuroy | 9 | 2 | 0 | 7 | 3 | 17 | -14 | 6 |
9 | TB | 9 | 1 | 3 | 5 | 9 | 25 | -16 | 6 |
10 | 07 Vestur | 9 | 0 | 1 | 8 | 7 | 19 | -12 | 1 |