TB stóð fyri óvæntaða úrslitinum í fyrsta umfari

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Betrideildin Menn
TB – Víkingur 1-1 (0-0)

Sum tað hevur ljóðað úr TB, so hevur verið eitt sindur av óvíssu um tað heila, nú kappingarárið fer í gongd. Venjaran, Rasmus Nolsøe, gavst fyri nøkrum vikum síðan, og enn er eingin nýggjur venjari settur.

Kortini so eydnaðist í dag púra ovæntað hjá TB at spæla javnt 1-1 móti føroyameistarunum Víkingi. Víkingur hevði gaman í alt spælið, men kláraði ikki at fáa hol á.

Tá ið so júst innskifti, Jákup Johansen, endiliga legði Víking fram um mitt í seinna hálvleiki, so gingu bert fáir minuttir, so vann TB sær brotsspark eftir eitt hornaspar, og tað setti Samudeen Musah í málið.

Fleiri mál komu ikki í dystinum, og harvið var fyrsta óvæntaða úrslitið veruleiki. Í øðrum umfarið tekur Víkingur móti NSÍ, og tá er longu trýst á Víking at vinna, um teir ikki beinanvegin skulu koma ov langt aftur um í oddastríðnum í bestu deildini. TB vitjar næsta vikuskifti EB/Streym.

Mynd: TB