Burndeildin menn:
Team Klaksvík – StÍF 22-38 (8-17)
Í gjárkvøldið var hondbóltsdystur í Klaksvík í Burndeildini við monnum, har Team Klaksvík tók móti StÍF.
Strandingar hava fingið eina góða byrjan upp á kappingarárið, meðan Team Klaksvík framvegis einki stig hevur fingið.
Tað var eisini stórur munur á liðunum báðum í gjárkvøldið. Longu tá ið 10 minuttir vóru spældi var 7-2 til StÍF, og munurin øktist allan dystin.
Í hálvleikinum stóð 17-8 til StíF, og aftur í seinna hálvleiki bara øktist munurin, og StÍF vann til endans 38-22.
Fyri heimaliðið skoraði russarin, Nikolay Bliznov, 8 ferðir, meðan mánaðarinnar leikari í septembur, Trúgvi Hávardsson, skoraði 8 mál fyri StÍF.
StÍF er nú nummar tvey á stigatalvuni við 10 stigum fyri 7 dystir. Team Klaksvík hevur við ósigrinum í gjárkvøldið framvegis fyrsta stigið til góðar.
Stigatalva
Dystir | Vunnin mál | Tapt mál | Munur | Stig | |
VÍF | 6 | 192 | 162 | 30 | 10 |
StÍF | 7 | 216 | 186 | 30 | 10 |
Kyndil | 7 | 198 | 191 | 7 | 9 |
Neistin | 7 | 175 | 177 | -2 | 7 |
H71 | 7 | 197 | 195 | 2 | 7 |
KÍF | 7 | 173 | 182 | -9 | 5 |
Team Klaksvík | 7 | 172 | 230 | -58 | 0 |