Tú lurtar eftir

Teis fegnast um sigurin men hevði ynskt eitt betri samlað avrik

04.11.2026

Aftaná 37-30 (20-13) sigurin á Kosovo í høllini við Tjarnir í fyrsta EM-undankappingardystinum í undanbólki 4 fekk Pætur Nolsøe somuleiðis orðið á brandin í verjuni, Teis Horn Rasmussen, ið skoraði eitt mál í dystinum. Teis fegnast um sigurin, men hevði ynskt eitt betri samlað avrik. Nú bíðar ein sera tung uppgáva á útivølli móti Montenegro, sunnudagin klokkan 17, ásannar Teis. Montenegro hevur nakað at hevna aftaná 24-37 tapið fyri Føroyum í EM-endaspælinum í Oslo.

{{ currentTimeFormatted }} / {{ durationFormatted }}

Hondbóltur (ljóð)

FM1 sigur frá heimligu hondbóltskappingini eins og vit eisini fylgja við føroyskum spælarum uttanlands