HB boðar í dag frá, at liðskiparin og málverjin í mong ár gevst at spæla fótbólt. Hann gevst fyri at raðfesta familjuna.
HB skrivar á heimasíðuni, at ein stór yrkisleið er komin at enda, nú vit við sorgblídni kunngerða, at Teitur Matras Gestsson gevst við at spæla fótbólt.
Í meira enn eitt áratíggju hevur Teitur Gestsson verið ímyndin av HB. Við sínum 416 dystum fyri besta liðið eigur hann metið fyri flestar dystir í søgu felagsins.
– Eg havi tikið hesa avgerð í kærleika til HB og til meg sjálvan og mína familju. Og sjálvt um eg sigi farvæl sum leikari, so sigi eg ikki farvæl við felagið”, sigur Teitur Gestsson.
HB sigur víðari, at vit siga farvæl við meira enn ein spælara. Vit siga farvæl við eina legendu, ein leiðara og eina fyrimynd, sum hevur givið alt fyri felagið. Og hóast handskarnir eru stórir at fylla, virða vit hansara avgerð og takka honum so hjartaliga fyri alt, sum hann hevur givið okkum HBarum.