Teitur Gestsson: – Skora vit fyrsta málið í morgin so verður eldur í
29.07.2026Stemningurin er, at vit hava ein møguleika hóast 0-2 í Skotlandi, staðfestir HB-hjálparvenjarin. Seinni Conference League-dysturin er dagin eftir ólavsøku, og Teitur vónar sterkan áskoðarastuðul á Tórsvølli hóskvøldið eftir “harðar dagar á ólavsøku”. Hoyr samrøðu í sambandi við seinastu HB-venjingina áðrenn dystin móti Motherwell hósdagin klokkan 18, sum FM1 sigur frá. (Mynd: Rói Sørensen/Havnar Bóltfelag)