Teitur Vilhelmsen Dalsgarð fekk grindaknívin frá Sev

Skrivað

wplunnar

Dagfesting

Týsdagin 25. juni var hátíðarløta á Vinnuháskúlanum í samband við, at 20 lesandi fingu prógv handað.

Teitur Vilhelmsen Dalsgarð fekk 1. virðisløn fyri hægsta próvtal hjá maskinmeistarunum. Heri Mortensen, deildarstjóri hjá Sev, hevði heiðurin at handa honum ein hondgjørdan grindaknív frá Sev.

Virðislønir fyri hægstu próvtøl:

Teitur Vilhelmsen Dalsgarð fekk ein grindaknív frá Sev.

Bjartmar Holm fekk eitt mátitól frá Maskinmeistarafelagum.

Óli Magnusmørk fekk ein kikara frá Norðoya Sparikassa.

Ídnisvirðislønina, gávu frá P/F Smyril Line, fekk Kristian Elias Christiansen.

– Vit ynskja øllum hjartaliga tillukku við próvnum og blíðan byr, skrivar Sev á sínum Facebook-vanga.

Teir, ið fingu prógv, eru (í tilvildarligari rekkjufylgju): Teitur Vilhelmsen Dalsgarð, Kristian Elias Christiansen, Remi Rógvason Rasmussen, Eliesar Høj Joensen, Eyðun Løkságarð Josephsen, Leivur Debes, Óli Magnusmørk, Brian Fagradal, Bjartmar Holm og Hilbert Funn Joensen.