Ten Hag sendur til hús

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Enska stórfelagið Manchester United boðar í tíðindaskrivi í morgun frá, at felagið hevur sent niðurlendska venjaran, Erik ten Hag, til hús. Hetta kemur eftir longri tíð við svingandi úrslitum.

Fyribils tekur hjálparvenjarin, Ruud van Nistelrooy, við sum venjari hjá sigursvanda enska felagnum.

– Vit eru takksom fyri alt, sum Erik hevur gjørt í hansara tíð hjá okkum og ynskja honum góða eydnu víðari, skrivar felagið.

Uppsøgnin kemur eftir ósigurin móti West Ham sunnukvøldið. United er í løtuni á 14. plássi í Premier League, og tað er sjálvandi ikki nøktandi hjá einum so stórum felagið sum Manchester United. Liðið hevur bara vunnið tríggjar av níggju landskappingardystum hetta kappingarárið.

Erik ten Hag hevur verið venjari hjá Manchester United síðan á sumri 2022, og hann hevur roynt tað truplu uppgávuna at venda gongdini í Manchester United.

Tað hevur tó víst seg at vera lættari sagt enn gjørt, og ten Hag er nú tann sætti venjarin, sum felagið hevur sent til hús, síðan Sir Alex Ferguson gavst í 2013.

Hinir eru David Moyes, Louis van Gaal, José Mourinho, Ole Gunnar Solskjær og Ralf Rangnick. Harafturat hava Ryan Giggs og Michael Carrick verið fyribils venjarar í stytri tíðarskeið.