Frælsur ítróttur vann Føroyum eitt silvurmerki og eitt bronsumerki í gjár.
Teresa Fríðriksdóttir Bláhamar vann silvur í hæddarlopi. Hon leyp 1,61 sentimetrar. Hon royndi seg eisini á 1,64 metrum, 1 sentimetur omanfyri føroyska metið og hevði tríggjar góðar royndir, sum líka so væl kundu eydnast.Men hesaferð vildi yvirliggjarin ikki vera liggjandi.
Julian Gregersen vann bronsu í 5000 metra renning. Teir løgdu út í varligum tempo, men ferðin øktist seinni. Julian helt seg millum teir fremstu, og tá ið tveir umgangir vóru eftir, voru fimm eftir í fremsta bólki.
Spurturin var millum Julian og tveir aðrar. Hann var treiskur, men mátti lúta til síðst. Endaliga tíðin gjørdist 15.15,59 , og var hann 0,31 sekund frá silvurmerkinum.
Í boðrenningunum í 4×100 metrum tryggjaðum kvinnurnar sær pláss í finaluni. Elisabet Holm Simonsen , Oddvr Josephsen, Margit Weihe Friðmundsdóttir ogg Maria Biskopstø runnu finaluplássið heim.
Í 4×400 metra renning hjá monnum vóru bara tvey lið í fyrra riðli. Tummas Sjóvará, Andreas Antoft, Dánjal Dahl Ljósheim og Jónas Isaksen endaðum á øðrum plássi, men tíðin var so góð, at finaluplássið var tryggjað.
Andreas Bjarnastein Antoft gjørdist nummar fýra í 110 metra rimarenning við tíðini 16,17.

Julian Gregersen nummar trý í 5000 metra renning
Dagsins morgunkappingar í Frælsum ítrótti síggjast her:
Og finalurnar í kvøld síggjast her: