, ,

Nóls­oyingar í rættin: ‘Tað verður ein øgi­liga stutt­lig rættar­sak’

Skrivað

Búi Tyril

Dagfesting

Í tíðindunum á FM1 fyrr ídag:

Árni Gregersen: Tað eru meira enn fimm ár síðan at nólsoyingar blokkeraðu Ternuna. Nú fær hendingin eitt eftirspæl fyri fimm teirra sum skulu ígjøgnum eina rættarsak í sambandi við hendingina. Hendingin fór fram 1. september 2019.

Ein av teimum sum skal í rættin fyri hetta málið er Terji Rasmussen, sum eisini var á bryggjuni í Nólsoy hetta kvøldið. Terji, hvat er tað tú ert ákærdur fyri?

Terji Rasmussen: Ja… tað er eitt sindur trupult at finna útav, fyri at siga tað akkurát sum tað er. Eg havi ikki ordiliga funnið útav hvat akkurát eg persónliga… Also, eg eri ongastaðni nevndur við navni specifikt í eini sak, har eg komi undir tað sum eitur ‘alle’. Men so er tað aðrir, fýra aðrir ella tríggir aðrir sum eru nevndir í specifikkum ‘overtrædelser’. Men har sum tað er fyri ‘alle’ har stendur langur… Tað er fyri at forða Ternuni í at leggja frá landi millum klokkan fimm og klokkan gott hálvgun tíggju um kvøldið… næstan fýra og ein hálvan tíma.

ÁG: Ja og kanska forðað løgregluni í at hjálpt til so hon slapp leys?

TR: Ja – sum jú er nakað fjas. Also løgreglan var har og vit hjálptu løgregluni við onkrum… Vit høvdu góðan dialog við løgregluna alla somlu tíðina.

ÁG: Men Terji, nú er tað… Tey fægstu av okkum minnast – vit minnast hendingina, men vit minnast ikki hvat tað var tit protesteraðu ímóti akkurát tann dagin.

TR: Nei, tað var simpulthen tað at tað hevði verið ein sovorðin long perioda hvar ið rutan bleiv tikin av leiðini. Akkurát í tí perioduni, og tey árini frammanundan, var øgiliga nógv virksemi í Nólsoy, og tað ávirkaði øgiliga nógv – ja, summi fólk flenna – vinnulívið í Nólsoy. Men tað er also nokkso nógv vinnulív í Nólsoy og tað var serliga nógv akkurát tá, og nógv fólk mistu nógvan pening við at tað bleiv so nógvar avlýsingar í øllum fartinum. Tað komu smáir bátar ístaðin fyri og sovorðið, tú veit, sum slett slett ikki nøktaði tørvin. Tað bleiv eitt sindur keðiligt. Onkur skrivaði brøv og sovorðið… Sært tú, eingin reageraði. Og plussiliga so begynti… tá fingu vit at vita at annan september, mánadag annan september 2019 fingu… at tá bleiv Ternan aftur tikin frá okkum.

ÁG: Tað var ein aktuell hending sum triggaði at tit fóru…

TR: Tað var ein aktuell hending, og [Ternan] skuldi vera vekk leingi. Og so, yvir tað vikuskiftið kann man siga, so bleiv ein sovorðin stemningur ímillum fólk í Nólsoy… Ringt at siga akkurát hvør og hvat og hvussu tað uppstóð, men also vit burdu gjørt onkran happening burtur úr tí og líkasum markerað tað eitt sindur. OK, vit siga farvæl við Ternuna og noyðast vit við… eg minnist ikki hvat fyri skip ið kom ístaðin fyri tá… og tað mugu vit so noyðast við í vetrarmánaðunum. Um tað var Erla Kongsdóttir, eg veit ikki um hon var komin tá ein gong, men tað er so undirordnað. At gera ein happening og tað vant meira og meira upp á seg og sovorðið. Og hvat er tað vit skuldu gera? Jú, vit fara at gera tað at tá ið Ternan kemur, so blívur tað rópað upp til manningina og skiparan at tá ið rampan fer niður, so vilja vit markera tað við at bjóða tykkum ein kopp av kaffi og kakur og samstundis handa tykkum eitt mótmælisskriv sum skiparin kann handa á hægri staði.

Tað var líkasum tað. So er tað so blivið til at… For exempul stendur tað undir ‘alle’: ‘foregånde aftale eller i fælles forståelse planlagde at stille en traktor eller andet større køretøj på broklappen på færgen Ternan i den hensigt at hindre færgens sejlads, hvilket mislykkedes, da færgen ikke sænkede broklappen, og idet de efterfølgende uden kaptajnens accept fortøjede færgen Ternan…’ Og tað var jú tað sum hendi. Tað sum skuldi handla um at hon kanska bleiv seinkað í 5-10 minuttir við at bjóða teimum kaffi og vit gjørdu ein happening – hetta er tað sum vit eru misnøgd og soleiðis og soleiðis – tað endaði við tí at skiparin simpulthen ikki vildi koyra rampuna niður. Og so stendur í ákæruni um ein traktor. Eg meini, eg eri uppvaksin á Reyni og Skansavegnum, eg havi aldri koyrt ein traktor í mínum lívi, heldur ikki síðan eg kom til Nólsoyar… Og á kaiini standa altíð traktorar, so tað…

Tað stutta av tí langa: Hann vildi so ikki koyra rampuna niður, við tí úrsliti at onkur av okkum – eg minnist ikki ein gong hvør – tók endan og smekkaði hann um pullartin, so hann ikki slapp avstað aftur. Og har stóð stríðið uppá í næstan fýra og ein hálvan tíma.

ÁG: Tá ið hetta var yvirstaðið, tá gekk politiið og skrivaði nøvn upp… ella hvussu gekk tað fyri seg?

TR: Ja ja ja. Politiið… Tað stendur eisini at tann eini, for exempul, er ákærdur fyri at hava hindrað politinum at sleppa í land og sovorðið, tá politiið kemur út. Men vit hava jú video upptøkur hvar man sær regulert at hann fer og tekur og rættir hondina niður í bátin og hjálpir teimum upp á kaikantin… og slær líkasum bleytt á herðarnar og sigur vælkomin til Nólsoyar. So har er heilt undarligt…

ÁG: Men hava tit í hesi fimm árini gingið og verið bangin fyri at nú blíva tit stevnd og nú enda tit í rættinum og skulu í skansan?

TR: Ja ja, hetta fær eitt eftirspæl. Eg havi havt sovorðið psykiskt trauma av hesum her at eg fari at leggja sak móti statinum aftan á hetta her – nei tvætla. Tvætl, vit hava bara flent.

ÁG: Nær verður sakin fyri í rættinum?

TR: Hon verður 9., 10. og 11. Og eg hopi har verða ræðuliga nógv sum møta upp. Tað verður ein øgiliga stuttlig rættarsak. Tað kann man ikki siga annað. Tí tað er so ræðuliga komiskt. Alt er so ræðuliga komiskt. Also vissi skiparin bara hevði koyrt hasa rampuna niður!

Men man kann so siga tað at tað góða sum kom burturúr… Meðan fólk vóru umborð… matvørubúðin sum leveraði mat, suppu, sodavatn og øl, sum bleiv heysað upp til tey sum vóru gíslar umborð á Ternuni… Og kaffiið og kakan sum starvsfólkið skuldi hava umborð, tað bleiv so serverað fyri turistunum á kaiini og fyri løgregluni. Løgreglan fekk bæði kaffi og kakur fyri at halda hitan, tað var rímiliga kalt. Tað kom eitt fúlt æl einaferð. Og so bleiv tað enntá soleiðis at onkur skaffaði RIB bátar til fólk sum ikki sluppu til Havnar. Tí har skuldi onkur við flogfari, har skuldi alt møguligt… So, tú veit, alt er eitt sindur stormur í einum glasi. Men OK, vissi man vil brúka so nógvar resursur og pengar uppá at… brúka tríggjar dagar í rættinum upp á hesa sakina her, so haldi eg man skal fáa sum mest burturúr og gera tað so stuttligt sum møguligt.