Thomas Bjørn til EB/Streym

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

EB/Streymur hevur gjørt sáttmála við Thomas Bjør Miezan, sum fjør spældi nakrar dystir á besta liðnum hjá B68.

18 ára Thomas Bjørn er uppvaksin í HB, og fór í 2023 niður á akademiið hjá FC København. Í fjør kom hann heim aftur, og eftir at hava roynt seg í B68, spældi hann við 1. deild. hjá B36.

Thomas Bjørn spældi um vikuskiftið við 1. deild hjá EB/Streymi og skoraði sigursmálið í 2-1 sigrinum móti NSÍ.