Thomas Thinggaard skal venja TB

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

TB hevur sett Thomas Thinggaard sum nýggjan høvuðsvenjara. Tað váttar formaðurin í TB, André Dalfoss, fyri bolt.fo.

Thomas Thinggaard er 38 ára gamal, sum í 2017 og 2018 var fótbóltsmennari hjá Fótbóltssambandinum. Hann var eisini venjari hjá U17-dreingjalandsliðnum ta tíðarskeiðið.

Hann hevur seinnu árini starvast í donskum fótbólti, sum høvuðsvenjari, hjálparvenjari, ungdómsvenjari og videogreinari fyri feløgini Sønderjyske, Middelfart, AC Horsens og Vendsyssel.

Sum skilst byrjar Thomas Thinggaard í TB 8. juni og hevur gjørt sáttmála kappingarárið út.

Tað hevur ikki gingið nakað serligt hjá TB, sum flutti upp í bestu deildini í ár. TB er niðast og hevur verið fyri nøkrum rættiliga stórum ósigrum. Thomas Thinggaard skal royna at fáa TB upp um niðurflytingarstrikuna.