Thor avlop á 79 milliónir

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Thor Samtakið við heimstaði í Hósvík hevði 79 milliónir krónur í vinningi eftir skatt í fjør. Tað skal samanberast við 64 milliónir árið fyri.

Virksemið hjá samtakinum fevnir í høvuðsheitum um frálandavinnu, fiskivinnu og sølu av fiskaúrdráttum. Skipini eru í vinnu bæði við Føroyar og um allan heim.

Nettosølan hjá samtakinum er í árinum lækkað úr 459 milliónir krónur til 446 milliónir krónur í 2024.

Virksemi hjá móðurfelagnum er hækkað í árinum. Nettosølan í 2024 er hægri enn hon var í 2023, samstundis er rakstrarúrslitið hækkað við stívliga 12 milliónir krónur til 37 milliónir krónur í 2024. Úrslitið áðrenn skatt gjørdist eitt avlop uppá 40 milliónir krónur sammett við 36 milliónir krónur í 2023. Hetta kemst partvís av vinningsbýti frá dótturfeløgum.

Úrslitini hjá samtakinum og móðurfelagnum skulu samanberast við, at leiðslan í ársfrásøgnini fyri 2023 metti, at útlitini fyri 2024 vóru hampulig. Hendan forsøgnin helt og leiðsla felagsins er væl nøgd við úrslitið.

Um útlitini verður sagt, at umsetningurin væntast at verða á sama støði í ár sum í fjør og at leiðslan væntar eitt nøktandi úrslit.

Eginpeningurin hjá samtakinum var við árslok í fjør 380 milliónir krónur meðan eginognin hjá móðurfelagnum var 256 milliónir kr.

Hetta er 33. roknskaparárið hjá felagnum. Hans Andrias Kelduberg er stjóri í Thor.