Tíggju føroyskar verkætlanir fáa stuðul úr Grunninum Nuuk, Reykjavík, Tórshavn

Skrivað

wplunnar

Dagfesting

Á fundinum í Havn vóru nógv evni á skránni. Tað er eitt ynski frá øllum limunum í Grunninum at økja samstarvið millum teir tríggjar býirnar, serliga millum tey heilt ungu.

Á skránni vóru tí framløgur um møguleikar og avbjóðingar hjá teimum ungu í útnorðri, og hvørjir møguleikar eru fyri samstarvi teirra millum.

Eisini varð vitjað á skúlanum á Fløtum, á Musikkskúlaum, á Listasavninum, SEV, umframt á øðum áhugaverdum støðum í kommununi.

Tær tíggju umsóknirnar, ið fingu stuðul úr Føroyum, fingu úr 12.000 krónur og upp í 50.000 krónum í stuðli:

·       Ítrottarfelagið Hvirlan – luttøka í IR Stórmót í Reykjavík

·       World New Music Days – Stuðul til tónaverk av grønlendskum tónasmiði

·       Nordatlantisk AI Netværk – ferðastuðul til vitjan úr Nuuk og Reykjavík

·       TONIK – ferðastuðul til listafólk úr Nuuk og Reykjavík

·       Lesandi á “Sociolinguistic fieldwork” – Luttøka á ráðstevnu í Nuuk

·       The Laboratory of Vulnerability in the North – bókmentaráðstevna í Føroyum

·       Diana J. Hansen – Dance School Exchange Nuuk

·       West Nordic Feminist Network – stuðul til ráðstevnu í Reykjavík

·       Nordic Saxophone Collective – stuðul til Nordic Saxophone Festival í Tórshavn 2025

·       Havnar Svimjifelag – luttøka á HS Open 24 og RIG25 í Reykjavík