Ein maður, ið kom við Norrønu úr Danmark í gjár, varð tikin í tollinum, tí í bili hansara vórðu funnin trý kilo av hassji.
Tað skrivar Kringvarpið.
Maðurin skal til grundlógaravhoyring í Føroya rætti í dag um hassjið.
Játtar maðurin seg sekan, so verður hann dømdur í dag.
Noktar hann seg sekan, so fer ákæruvaldið at biðja um, at hann verður varðhaldsfongslaður, skrivar Kringvarpið.