Fáar tímar áðrenn ein nýggj lóg, sum bannar TikTok í USA, er kendi sosiali miðilin sløknaður hjá amerikanskum brúkarum. Tað skriva BBC.
Eini boð á appini til amerikanskar brúkarar siga, at ein lóg, sum bannar TikTok, er sett í verk, og at tú kanst ikki brúka TikTok í løtuni.
Appin er bannað, tí amerikanskir myndugleikar halda hana hava ov tætt samband við kinesisku stjórnina. Felagið handan TikTok, ByteDance, fekk eina freist til 19. januar at selja amerikanska virksemi til ein góðkendan amerikanskan keypara. Stórur meiriluti í kongressini atkvøddi fyri banninum.
Fleiri aðrar minni kendar appir hjá ByteDance eru eisni raktar av banninum. Hesar eru millum annað Lemon8, CapCut og Gauth.
Fráfarandi forsetin, Joe Biden, segði, at hann fór at lata málið víðari til sín eftirmann, Donald Trump, sum hevur sagt, at hann helst fer at geva TikTok 90 daga undantak frá banninum, tá ið hann tekur við embætinum sum forseti mánadagin.
Brúkarar av TIkTok boða frá, at appin eisini er tikin burtur av sølupallunum hjá Apple og Google.
TikTok hevur hildið fast við, at lógin, sum bannar TikTok, brýtur talufrælsi hjá teirra 170 milliónir brúkarum í USA.