,

Til tín, sum ikki fekk 12…

Skrivað

wplunnar

Dagfesting

Kanska hevur tú havt hjartasorg, meðan tú hevur lisið til roynd í summar? Eg veit, at onkur av tykkum hevur mist ein av tykkara allar kærastu fyri stuttum. Nógv av tykkum kenna tykkum alt ov strongd, tað veit eg.

Kanska iðrar tú teg um, at tú ikki las eitt sindur meira? Kanska hevði tú fingið hatta 12 talið, um tú bara fyrireikaði teg eitt sindur betur? Eg kann ikki siga við teg, at tú ikki skalt iðra teg, tí tað er tíverri ein sannroynd, at eitt lágt meðaltal letur nakrar hurðar aftur fyri teg. Tað brestur kanska tínar dreymar.

Tað er kanska eisini løgið av einum landsstýrismanni í útbúgvingarmálum at siga, at tíni próvtøl ongan týdning hava. Heldur skuldi eg kanska verið tann, sum strongdi á teg at lesa meira og útbúgva teg væl.
Men eg vil bara fortelja tær, at ikki eina ferð eri eg blivin biðin um at vísa míni próvtøl. Ikki eina ferð hevur ein arbeiðsgevari spurt um at síggja mítt prógv. Eg minnist satt at siga ikki, hvat stendur í mínum prógvi, tí tað hevur nærum ongan týdning havt fyri meg.

Vit mugu ikki billa okkum inn, at okkara virði sum menniskju verður mátað eftir, hvussu ofta tað stendur 12 í próvnum, hvussu gott starv vit hava, ella hvussu dýran bil vit koyra. Nógv meira umráðandi er tað, hvussu vit eru sum menniskju. Møta vit øðrum við opinleika og umsorgan? Vísa vit virðing fyri øðrum, sum ikki síggja út ella hugsa sum vit sjálvi gera? Og hvat fylla vit okkara gerandisdag við?
Hesi eru tey veruligi virðini, haldi eg. Og eg tori næstan at siga, at minnist tú til at fara væl við tey rundanum teg, so letur tað fleiri hurðar upp fyri tær, enn nakað 12 tal.

Góðu pisur og góðu tit øll, sum í dag standa við einum prógvi í hondini, sum tit hava arbeitt hart fyri – hjartaliga til lukku til tykkum øll! Tit hava veruliga nógv at hátíðarhalda, og mín áheitan til tykkum skal vera, at tit njóta hesa tíðina, brúka summarið uppá tey, tit eru góð við, kanska sløkkja skíggjarnar eina stund, ganga ein fjallatúr í kvøldarsólini – og mest av øllum minnast til, hvat veruliga hevur virði.

Djóni Nolsøe Joensen

Landsstyrismaður í barna- og útbúgvingarmálum