Tingfundur
Dagsskráin, mánadagur, 17. mars 2025, klokkan 10.00
- viðgerð av uppskoti til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um barsilsskipan (Barsilslógin) (Longri barsil til foreldur, ið fáa 2 ella fleiri børn undir sama barnsburði og ættleiða 2 ella fleiri børn samstundis, fleiri vikur í barsil til ættleiðingarforeldur, barsil til foreldur at ov tíðliga føddum børnum, leingja barsilin, tá ið barn verður innlagt, javning av hámarkinum fyri barsilspening og barsilsfarloyvi til umsøkjarar við fyribils staðsettum barni)
- viðgerð av uppskoti til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um trygging móti avleiðingunum av arbeiðsskaða (Arbeiðsskaðatryggingarlógin) (Áseting um talgilt samskifti og fráboðan og broyting í krøvunum til samansetingina av Vanlukkutryggingarráðnum)
- viðgerð av uppskoti til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um arbeiðsloysistrygging og arbeiðsávísing (ALS- lógin) (Kunngerðarheimildirnar fáa eins orðing, persónar við lægstu og miðal fyritíðarpensjón og framskundaðari pensjón og persónar í tillagaðum starvi verða undantiknir gjaldskyldu, nærri reglur kunnu ásetast um at halda frí við arbeiðsloysisstuðli, hámarkið fyri arbeiðsloysisstuðul verður hækkað, karantenan hjá sjálvstøðugum vinnurekandi verður stytt, bíðidagar verða strikaðir, karantenan hjá burturvístum verður stytt o.a.)
- viðgerð av uppskoti til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um barnavernd (Barnaverndarlógin) (Innskriving á Familjutænastuna)
- viðgerð av uppskoti til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar Lov om ændring af lov for Færøerne om kapitalkrav og tilsynsmæssige krav for kreditinstitutter og investeringsselskaber
- viðgerð av uppskoti til løgtingslóg um at umleggja lán til Framtak
- viðgerð av uppskoti til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um almannatrygd og tænastur (Kunngerðarheimild um fíggjarligt ískoyti, upprokning av skattafríum inntøkum o.a.)
- viðgerð av uppskoti til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um býarskipanir og byggisamtyktir (Heimild til kommunur at áseta bústaðaskyldu). Málið verður beint í Rættarnevndina.
- viðgerð av uppskoti til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um el riknar hitapumpuskipanir (Eftirlitsheimildir, Jarðfeingi skal gera mátingar og skrásetingar av boriholum o.a.). Málið verður beint í Rættarnevndina.
- viðgerð av uppskoti til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um pantskipan fyri íløt (Gildiskoma verður ásett í kunngerð, skyldan at umsita og krevja inn pant og rakstrargjald verður flutt frá TAKS til pantumsitaran o.a.). Málið verður beint í Rættarnevndina.
- viðgerð av uppskoti til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um íløt til øl, mineralvatn og lidnar leskidrykkir (Heitið á løgtingslógini verður broytt, avmarkingin til øl, mineralvatn og lidnar leskidrykkir verður strikað, kravið um loyvi til framleiðslu og innflutning verður strikað o.a.). Málið verður beint í Rættarnevndina.
- viðgerð av uppskoti til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ferðslu (Ferðslulógin) (Broyta ásetingar um rúsevnakoyring, fallhjálm á tríhjólaðari motorsúkklu, avgreiðsla av málum uttan rættarsókn og skiftisreglur). Málið verður beint í Vinnunevndina
- viðgerð av uppskoti til samtyktar um tilráðingar frá Útnorðurráðnum í 2024. Málið verður beint í Uttanlandsnevndina.
Framløga