Tingið tekur støðu til Suðuroyartunnilin í dag

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Tingurfundur byrjaði klokkan 10 í morgun. Trý mál er á skránni.

Fyrsta málið snýr seg um broytingar í sjófeingislógini. Uppskotið frá Fólkaflokkinum hevur til endamál at leingja gildistíðina hjá veiðiloyvum í bólki 5 við trimum árum, frá 2034 til 2037. Í bólki 5 eru útróðrarbátar undir 15 tons, sum fiska við húki.

Annað málið knýtir seg til Suðuroyartunnilin. Har verður viðgjørt eitt uppskot um broytingar í lógini um Íleggingargrunnin fyri Føroyar, eisini nevndur Investeringsfonden for Færøerne, fyri at lata 350 milliónir krónur sum rentufrítt lán til Vága Floghavn og 350 milliónir krónur sum rentufrítt lán til Suðuroyartunnilin. Lánið til Suðuroyartunnilin skal gjaldast aftur um 30 ár, og lánið til Vága Floghavn skal rindast aftur um 10 ár.

Triðja málið er at geva Suðuroyartunnlinum heilmild at fara undir fyrireikingar til tunnilin, og samstundis verður linjuføringin staðfest at vera frá Djupadali í Sandoy og til Sandvíkar í Suðuroy.