Hóskvøldið var Grønu virðislønin hjá Tórshavnar Kommunu latin og var hon í ár latin Tjóðhild Patursson.
Tjóðhild veitir skeið og kunning, undirvísir og rekur matstovur, sum leggja dent á lokalar rávørur og laga seg eftir árstíðini. Hon slóðar fyri einum nýggjum hugburði til matgerð og matnýtslu í Føroyum, og gevur íblástur til, hvussu tú við góðum mati kanst betra um bæði heilsu og vælveru.
Eisini var Grøna gávan frá Etika latin. Tað er ein peningalig gáva, sum kemur inn fyri sølu av vatni í matstovunum hjá Etika. Í ár var upphæddin 49.640 kr.
Grøna gávan í ár varð latin verkætlanini NýNý hjá Bláa krossi. NýNý er seymistova, sum í skjótt seks ár hevur slóðað fyri nýnýtslu av klæðum. Nýnýtsla er tað, sum vit á enskum kenna sum upcycling. Umframt at framleiða m.a. barnaklæðir burturúr klæðum, sum verða latin til endurnýtslu, men ikki verða seld, so er NýNý eisini ein verkstaður, har ein og hvør kann koma og seyma sær eitt nýtt plagg úr endunýtslutilfari. Eisini eru nógv, ið velja at broyta, bøta og betra um sínu gomlu pløgg.
NýNý hevur sett gongd á eina móta- ella klædnaringrás í Føroyum, sum minkar um klædnaburturkast og gevur fólki møguleika og førleika til at fáa eitt burðardyggari klædnaskáp
Eitt gevandi og mennandi kvøld í Kaldbak. Spennandi verður at fylgja við í ymsu verkætlanunum, og teirra framhaldandi jaligu ávirkan á umhvørvið í Tórshavnar kommunu.