Fríggjadagin verður aftur Mentanarnátt í Havn, og Tjóðsavnið hevur í hesum sambandi fleiri spennandi tiltøk.
Í plantufrøðiliga urtagarðinum í Kýrdali í Hoyvík verður ókeypis rundvísing við Annleyg Patursson klokkan 16:00, 17:30 og 19:00.
Millum rundvísingarnar er plantusøla av føroyskum plantum, har tann sjáldsama Leggstutta fransagras verður seld í avmarkaðari nøgd. Eisini verða margblømdur rølikur, hálshvít baldursbrá, blákollur og fleiri gagnplantur sum hestamynta og aksmynta til keyps.
Hoyvíksgarður letur dyrnar upp frá klokkna 10.00 til 20.00, har vitjandi kunnu uppliva mentan og søgu heilt ókeypis. Eisini er framsýningin í Brekkutúni 6 opin frá klokkan 10.00 til 17.00.


