Tobbi í Stjórnini: – Aksel kann gerast eitt politiskt stórmenni

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Í Stjórnini – Politikkur á Skák á FM1 týsdagin vóru Tórbjørn Jacobsen og Heðin Zachariasen gestir hjá Árna Gregersen.

Teir tosaðu um ríkisrættarligu støðuna, nú fimm flokkar ætla at loysa ríkisfelagsskapin upp og síðan stovna hann av nýggjum, meðan Sambandsflokkurin hevur boðað frá at hann er uttanfyri.

Tórbjørn Jacobsen fjaldi ikki, at hann er loysingarmaður og helt at, um so er, at løgmaður, Aksel Johannesen klárar at fáa hesar fimm flokkarnar at halda fast um hesa broytingina í okkara stjórnarrættarliga støðu. So kemur hann at standa í føroyskari politiskari søgu sum eitt politiskt stórmenni.

Hoyr brotið her:


Lurta eftir allari sendingini