Tobbi um suðuroyartunnilin: Luktar langan veg av koruptión

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Í sambandi við, at teir tríggir í Stjórnini, Tórbjørn Jacobsen, Jóannes Eidesgaard og Heðin Zachariassen tosaðu um miðlastuðul og týdningin av sterkum miðlum, brúkti Tórbjørn Jacobsen málið um Suðuroyartunnilin, sum dømi um, at vit mangla sterkar miðlar.

Tórbjørn Jacobsen helt, at nevndin, sum er sett at kanna møguleikan at fara upp í Skúvoy, er eitt potemkinskjal, ið verður sett upp, og at hon bara er eitt bay pass, sum mann ongantíð vildi hava.

– Eg hopi ikki, at tað er løgmaður, sum stýrir hasum málinum, men heldur onkur annar úti í løgmansskrivstovuni. Hetta luktar langan veg av koruptión, segði Tórbjørn Jacobsen.

Heðin Zachariasen helt, at tað er týðandi at fylgja upp á hetta. Tí tað vóru fleiri í tinginum, sum atkvøddu fyri tunlinum við aðru viðgerð, bara tí at hesin bólkurin skuldi setast at kanna málið nærri.

– Mann skuldi blíva samdur um, hvør skuldi í henda bólkin. Hví skal tað vera so trupult? Hví skal mann seta tey somu fólkini í bólkin, at kann tað úrslitið, sum tey sjálvi komu til? Spurdi Heðin Zachariasen.

– Hetta átti at verið eitt mál, sum pressan tók upp beinanvegin, tí tað er í grundini ov seint at tosa um tað, tá ið tað er atkvøtt, segði Heðin Zachariasen.

Lurta eftir brotinum niðanfyri: