Tommy Møller Nielsen er deyður

Skrivað

FM1

Dagfesting

Kona Tommy Møller Nielsen, Lisbeth Møller Nielsen, váttar í morgun yvirfyri Fyens Stiftstidende, at Tommy Møller Nielsen er deyður.

Tommy Møller Nielsen er ikki heilt ókendur í føroyska fótbóltsheiminum. Í 1992 var hann venjari hjá Miðvágs Bóltfelag, sum hetta árið gjørdist akkurát ov stuttir at flyta upp í bestu deildina.

Hetta árið var kappingin í 1. deild óvanliga tøtt, og var MB eitt av trimum liðum, ið bert vóru eitt stig aftanfyri tey bæði liðini, LÍF og ÍF, sum fluttu upp í bestu deildina hetta árið.

Familjan ynskir ikki at koma nærri inná, hvat orsøkin til andlátið er.

Sum spælari spældi Tommy fyri OB, B1909 og KB.

Eftir sína yrkisleið sum fótbóltsspælari var Tommy Møller Nielsen bæði venjari, hjálparvenjari hjá fleiri liðum, og var eisini eitt skifti ítróttarstjóri í Maccabi Netanya í Ísrael.

Síðan 2016 var hann talentleitari fyri enska stórfelagið Manchester United.

Tommy Møller Nielsen var sonur navnframa Richard Møller Nielsen, sum var landsliðsvenjari hjá Danmark, tá danir vunnu EM-endaspælið í Svøríki í 1992.

Sonur Tommy, Ruben Møller Nielsen, kom undan hesum kappingarárinum til ÍF at spæla.