

Tónleikabólkurin Brim gestar í Home & Away
12.06.2023Í dag kl. 14.00 gestar tónleikabólkurin Brim úr Vestmanna sendingina Home & Away á FM1. Tónleikabólkurin er kendur fyri at spæla Beatles sangir og skal seinni í ár aftur spæla í Liverpool tá víðagitna Liverpool vikan er síðst í august. Sergio Martinez, sum var gestur í Home & Away fyri nøkrum vikum síðani, er úr Meksiko og spælir við bólkinum og í dag verða so 2 spildur nýggir sangir hjá Brim spældir. Lurtið við á FM1 frá kl. 14.00. Vertur í sendingini er Stella Zachariassen