

Toppskjúttarnir hjá Neistanum og Kyndli: – Einki er avgjørt hóast seks mál eru á muni til seinnu hálvfinaluna
11.02.2026Hoyr 1) Frásøgumaðurin, Pætur Nolsøe sigur frá seinastu løtuni av fyrru Faxe Kondi hálvfinaluni Neistin-Kyndil 25-31 (13-14). 2) Viðmerkjarin, Tormóður P. Djurhuus tekur samanum ein uppibornan sigur til Kyndil, ið hann enntá kundi verið størri. 3) Hoyr samrøðuna Pætur gjørdi við toppskjúttan hjá Neistanum, Ára Arnason sum trýr upp á ein neistasigur í seinnu hálvfinaluni. 4) Hoyr samrøðuna Pætur gjørdi við toppskjúttan hjá Kyndli, Ova Lützen sum hóast seksmálssigur og fyrimun til seinnu hálvfinaluna ikki tekur nakað fyri givið.
















