Tór-Ingar Akselsen: – 07 Vestur er ikki til staðar í seinna hálvleiki
02.08.2026Aftaná 1-2 (1-0) útitapi hjá 07 Vestur fyri B68 fekk Trygvi Absalonsen orðið á høvuðsvenjaran, Tór-Ingar Akselsen, ið sá lið sítt spæla ein framúr góðan fyrra hálvleik, men ein slakan seinna hálvleik: – Vit eru ikki til staðar í seinna hálvleiki. Staðfestir Tór-Ingar, ið eisini harmast, at 07 Vestur ikki skapar meira í seinasta triðingi av vøllinum.