Tór-Ingar Akselsen – 07 Vestur fer at klára hetta
19.09.2026Aftaná eina ótrúliga vend, har høvuðsvenjarin hjá 07 Vestur, Tór-Ingar Akselsen sá sínar menn venda 0-3 til javnleik 3-3 kann hann fegnast um hvussu væl hansara menn reistu seg. Tór-Ingar greiðir frá, at teir í 07 Vestur fóru eftir fjórða málinum, men teir høvdu ikki orkuna til tað. Í samrøðu við Árna Gregersen sigur Tór-Ingar seg vera vónríkan um, at 07 Vestur fer at megna bjarging, hóast teir hava fýra stig upp til bjargingina.