

Tór-Ingar Akselsen: – Kenslan er ordiliga súr aftaná 2-3 tapið fyri Víkingi
13.06.2026Aftaná 2-3 tapið fyri Víkingi á Dungasandi í Sørvági prátaði reportarin hjá FM1, Brynjar J. Poulsen við nýggja høvuðsvenjaran hjá 07 Vestur, Tór-Ingar Akselsen: – Kenslan er súr. Staðfestir Tór-Ingar. Hann er fegin um fyrra hálvleik, ið heimaliðið vann 1-0, men hann er ikki nøgdur við seinna hálvleik, og hann ivast eisini í brotssparkinum Víkingur fekk.










