Torførur útidystir móti Kosovo í kvøld

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Í kvøld klokkan 19.15 kann føroyska manslandsliðið í hondbólti spæla seg til EM-endapælið, um teir megna at fáa minst eitt stig í útidystinum móti Kosovo.

Føroyar verða mettar at vera eitt betri lið enn Kosovo, og vunnu eisini heimadystin móti Kosovo við ellivu málum. Men tað er tiltikið torført at spæla móti Kosovo í Pristina, og áskoðararnir hjá Kosovo duga væl at leggja stórt trýst á útilið og dómarar. Tað eru bert heilt fáir føroyskir áskoðarar við í Kosovo.

EM-undanbólkur 6 er sjáldsama javnur, og Føroyar eru undan tveimum teimum seinastu dystunum fremstar í bólkinum við 5 stigum. Ukraina og Niðurlond hava 4 stig, og Kosovo hevur 3 stig.

Tey serkønu siga, at eitt stig eru nóg mikið hjá Føroyum at spæla seg til EM-endapælið. Tvey lond í bólkinum koma beinleiðis til EM. Fýra teir bestu av átta tríarum koma eisini til EM.

Allir føroysku leikararnir eru klárir til dystin. Bjarni í Selvindi hevði smávegis trupulleikar við knænum undir venjing í gjár, men hann gjøgnumførdi venjingina.

Sunnudagin klokkan 17.00 spæla Føroyar móti Ukraina í høllini við Tjarnir.


EM-Undanbólkur 6

DVJTMálMStig
1. Føroyar4211128 : 11995
2. Ukraina4202140 : 128124
3. Niðurlond4121136 : 13604
4. Kosovo4112110 : 131-213

Dystarskrá EM-undanbólkur 6

  • Ukraina – Niðurlond, 8. mai kl. 18:30
  • Kosovo – Føroyar, 8. mai kl. 19:15
  • Niðurlond – Kosovo, 11. mai kl. 17:00
  • Føroyar – Ukraina, 11. mai kl. 17:00