,

Torkil nýggjur stjóri Háskúlanum

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

1. septembur tekur 35 ára gamli Torkil Tórgarð við starvinum sum stjóri á Føroya Fólkaháskúla. Hann skal leiða skúlan komandi fimm árini. 15 umsóknir vóru til starvið.

    Hann avloysir Hedvig Westerlund-Kapnas, sum hevur verið stjóri 2019.

    Torkil hevur drúgvar royndir á føroyska mentanarpallinum, serliga innan film og leiklist. Hann hevur eisini arbeitt við at skriva og menna leikrit.

    Seinastu árini hevur hann nomið sær útbúgving í sálarfrøði og samskifti, og er nú um at gera yvirbygning í sosialsálarfrøði og læring.

    Fólkaháskúlin skrivar, at nýggi stjórin ætlar at leggja serligan dent á sambondini millum menniskja og samfelag, og at hann vil menna skúlan víðari sum eitt kveikjandi tilboð í føroyska samfelagnum.

    Stovnurin fer framhaldandi at bjóða listarligt nám, men nýggi stjórin hevur ætlanir um at breiðka virksemið og skapa opin rúm, har alskyns virksemi verður hýst.

    Á ólavsøku verður fólkafundur úti á háskúlanum – har verður høvi at heilsa upp á bæði farandi og komandi stjóran.