

Tormóður og Teitur duga ikki at síggja hvør kann steðga H71
21.02.2026Hoyr Pætur Nolsøe siga frá seinastu løtuni av Faxe Kondi steypafinaluni hjá monnum, ið H71 vann á Kyndli við einum knúsandi 37-28 sigri. Tormóður P. Djurhuus og Teitur Joensen tóku samanum dystin, har staðfestast kann, at H71 hevur eitt krútsterkt lið, og torført er at síggja hvør skal kunna steðga teimum í FM-hálvfinalum og FM-finalum í Burn mansdeildini.















