Tórsfest er gamla ólavsøkukonsertin, sum fyrstu ferð varð fyriskipað úti á Skansanum í 1986. Síðan 2012 hevur Tórshavnar ítróttarráð fyriskipað ólavsøkukonsertina, og í 2014 broytti konsertin navn til Tórsfest, og flutti samstundis niðan á Vaglið í Havn.
Skráin er á tremur við góðum tónleikarum, heimstjørnum og lokalum stjørnum, og fyrireikarirnir eru sera spentir til at skapa eina rimmar veitslu og tónleikauppliving, síðsta leygarkvøldið fyri ólavsøku – 22. juli 2023.
– Hetta er eingin smeitur, tí eftir eitt sera væl eydnað og útselt Voxbotn 2023, liggur væl fyri, at endurtaka systur-tiltakið.