Tórshavnar kommuna fer nú aftur undir at hosufóðra kloakkir

Skrivað

wplunnar

Dagfesting

Tórshavnar kommuna fer nú aftur undir at hósufóðra kloakkir í Havn, og hesaferð er ætlanin, at ein góður kilometur av kloakk skal hosufóðrast.

Kloakkviðurskiftini í Havn hava í nógv ár verið ein trupulleiki, og nógvastaðni í býnum er ramur kloakkluktur, tá ættin er røtt.

Tað er kortini kostnaðarmikið og órógvandi at grava vegirnar fyri at bøta um kloakkirnar, og Tórshavnar kommuna fór tí í 2018 undir at filma kloakkirnar fyri at síggja, hvørjum standi kloakkirnar vóru í.

Í fyrstu syftu vóru 14 kilometrar av kloakk filmaðir, og avgjørt varð síðani í 2021 at gera eina roynd við at hosufóðra kloakkir. Í 2021 vórðu 1,3 kilometrar av kloakk hosufóðraðir, og avgjørt varð at royna hetta aftur í fjør, tá 1,1 kilometur av kloakk varð hosufóðraður.

Royndirnar við hósufóðring hava staðist so mikið væl, at kommunan ætlar nú aftur undir at filma og hosufóðra kloakkir. Hesaferð skulu aftur umleið 14 kilometrar av kloakk filmast, umframt at 0,9 kilometrar av kloakk skulu fóðrast.

Á býráðsfundinum fyrrakvøldið vórðu fýra milliónir krónur játtaðar til verkætlanina.