Tórshavnar býráð samtykti á býráðsfundi í gjár rokniskapin fyri 2022, sum vísti eitt hall á 1,5 milliónir krónur samanborið við eitt avlop á 60 milliónur krónur árið fyri.
Samlaðu inntøkurnar í fjør vóru ein milliard og 239 milliónur krónur, sum er 71 milliónir krónur hægri enn árið fyri.
Samlaðu rakstrarútreiðslurnar í fjør vóru 933 milliónur krónur, saman borið við 895 milliónir krónur árið fyri, og í fjør gjørdi kommunan íløgur fyri tilsamans 275 milliónir krónur.
Av hesum vórðu 32 milliónir krónur í íløgum til Tórshavnar havn.
Játtanir at fluta fram til komandi ár eru 20 milliónir krónur fyri rakstur, og 200 milliónir krónur fyri løgur.
Langfreistaða skuldin við árslok í fjør var 233 milliónir krónur. Av hesum hoyra 225 milliónir krónur til Tórshavnar havn, og 8 milliónir krónur til Tórshavnar kommunu.
Samlaði tøki peningurin við árslok var 192 milliónir krónur.