Tórshavnar kommuna letur átta filmverksætlanum stuðul ár. Størstan stuðul fær spælifilmurin Verandi, sum Kykmyndir stendur aftanfyri.
Tá ið umsóknarfreistin var farin, vóru 19 umsóknir komnar inn, sum fevndu breitt bæði viðvíkjandi evni og slagi av filmi.
Hesar verkætlanir fáa stuðul:
- Spælifilmurin “Island Fever”, Kykmyndir: 300.000 kr.
- Spælifilmurin “Verdandi”, Natalie Holzel: 160.000 kr.
- Stuttfilmurin “Undirgangur #1”, Symphor Film: 150.000 kr.
- Heimildarfilmurin “Rossið”, Filmsvirkið: 100.000 kr.
- Stuttfilmurin “Krámararnir”, Sp/f Fixer: 100.000 kr.
- Stuttfilmurin “Tað er ikki synd í mær”, Hugmynd: 60.000 kr.
- Dansistuttfilmurin “Vón”, RAMMATIK: 60.000 kr.
- Heimildarfilmurin “Menniskja”, RVH Productions: 50.000 kr.
Endamálið við stuðlinum er at menna filmsvinnuna í kommununi og at gera hana til eina týðandi vinnugrein. 1 millión krónur vóru tøkar til endamálið. Vinnunevndin hevur eftir tilmæli valt at stuðla hesum átta filmsverkætlanum.
Í arbeiðsbólkinum eru umboð frá Stjórnarskrivstovuni, Mentamáladeildini, Hugskotinum og ráðgeving frá uttanveltaðum serfrøðingi.
Arbeiðsbólkurin sigur, at umsóknirnar vóru bæði áhugaverdar og dygdargóðar. Arbeiðsbólkurin vísir eisini á, at filmarnir hava stórar vinnuligar menningarmøguleikar og eru við til at styrkja film sum vinnugrein í Tórshavnar kommunu.