Havnin skal skína, verður mangan sagt, men tað hevur ikki júst verið tilfellið hesar seinastu vikurnar, meðan verkfall er.
Pitsabakkar og plastíløt hava ligið slødd á Havnargøtum um morgnarnar í vikuskiftunum, tí hetta verður ikki tikið upp av trúføstu gøtusóparunum hjá Tórshavnar kommunu, sum eisini eru í verkfalli.
Kommunan minnir í hesum sambandi á, at matsølubúðirnar hava ruddingarskyldu.
– Tað er ábyrgdin hjá sølubúðunum at halda økið rundan um sølustaðið ruddiligt og reint til eina og hvørja tíð. Alt rusk, so sum pitsabakkar, pappír, fløskur, plastgløs og annað tílíkt skal takast upp. Sølustaðið skal harumframt hava ruskstativ uttanfyri, soleiðis at viðskiftafólk sleppa av við ruskið.
– Galdandi treytirnar eru at finna í §1 og §8 í kunngerðini um umhvørvisreglur og í §20 og 21 í reglugerðini fyri leysar sølubúðir og hissini søluloyvir í Tórshavnar kommunu, skrivar kommunan.