Tórshavnar kommuna: Parkeringsforboð verður endurskoðað

Skrivað

wplunnar

Dagfesting

Eftir at umleið 30 pensjónistar fingu parkeringsbót, eftir at bilar teirra vóru parkeraðir kring Gundadal – í samband við at Pensionistafelagið í Havn og Landsfelag Pensjónista hevði eldradag í Dansifrøi seinasta leygardag – er ivi sáddur um avgerðina at lýsa Gundadal sum parkeringssonu, har tað bert er loyvt at parkera innanfyri teir avmerktu parkeringsbásarnar.

Avgerðin um at lýsa Gundadal sum parkeringssonu varð upprunaliga tikin í ferðslunevndini í 2016, men av røttum átti avgerðin at verið tikin í teknisku nevnd undir Tórshavnar býráð, og sostatt er avgerðin ikki staðfest í teknisku nevnd, sum hon av røttum eigur.

Við hesum er ivi sáddur um avgerðina og tey átøk, ið eru sett í verk í Gundadali. Ætlanin er tískil at leggja málið fyri teknisku nevnd hjá Tórshavnar kommunu til viðgerðar á fyrstkomandi fundi.

Tórshavnar kommuna hevur í dag verið í sambandi við politiið, sum umsitur ferðslulógina og tey parkeringsforboð, sum eru sett í verk í Gundadali.

Á fundi í komandi viku fer kommunan at viðgera átøkini, ið eru sett í verk í Gundadali og tær bøtur, ið eru skrivaðar í økinum, skrivar Tórshavnar kommuna á heimasíðu sínari.