

Torstein Sivertsen: – Vit fara ikki at leggja okkum aftur á nú við einari 2-0 leiðslu
22.04.2026Aftaná sannførandi 31-24 (14-11) sigurin í aðru FM-finaluni í høllini á Hálsi, ið gav H71 eina 2-0 leiðslu móti Kyndli, og harvið “match-bólt” í Hoyvíkshøllini leygarkvøldið klokkan 19 fekk Pætur Nolsøe orðið á stórspælandi H71-málverjan, Torstein Sivertsen, ið staðfesti: – Vit fara ikki at leggja okkum aftur á nú við einari 2-0 leiðslu.















