Finalan um Løgmanssteypið, menn
B36 – HB, leygarkvøldið kl. 19.00 á Tórsvølli
Leygarkvøldið verður steypafinalan um Løgmanssteypið millum B36 og HB spæld á Tórsvølli, og áhugin tykist at vera sera stórur í høvuðstaðunum nú grannarnir í Gundadali bresta saman. Øll áskoðaraplássini, sum eru sett av til feløgini, eru seld, og feløgini hava hvør í sínum lagi gjørt nógv fyri at hita viðhaldsfólkini upp til grannabrakið.
Hesin dysturin verður ofta nevndir ársins fótbóltsdystur, og mest spenningur er sjálvandi um, hvør verður steypavinnari. Eisini er eyka spenningur, nú tað eru tey bæði havnarfeløgini, sum eru í finaluni, tí dystirnir millum grannarnar í Gundadali eru altíð nakað serligt.
Úrsltitið av steypafinaluni hevur eisini avgerandi týdning, um tað verður B36 ella NSÍ, sum sleppur at spæla evropeiska fótbólt komandi summar. B36 endaði á fimta plássi í landskappingini, og tað gevur ikki rætt at spæla í Evropa. Tí mugu teir vinna finaluna, um teir skulu spæla evropeiskan fótbólt næsta ár, og so missir NSÍ plássið í Evropa.
Fyri HB hevur tað eisini peningaligan týdning, um teir gerast steypavinnari. Tí sambært bolt.fo kemur steypavinnarin beinleiðis víðari til annað umfarð í Conference League, og tað gevur 4 milliónir í kassan, meðan HB í verandi løtu kemur inn í fyrsta umfar í Conference League, og tað gevur 2,5 milliónir krónur.
HB hevur havt sera gott tak á B36 seinnu árini, og B36 hevur ongan dyst vunnið móti HB síðan 2019. Liðini spældu tó javnleik fyri nøkrum vikum síðan, og B36 hevur spælt seg nakað upp síðan normaðurin Magne Hoseth tók við sum venjari í tíðliga í summar, eftir at B36 fekk sera vánaliga byrjan upp á kappingarárið. Hinvegin hevur HB síðan í summar tapt fleiri óvæntaðar dystir, til dømis móti B68 og ÍF, so alt tykist púra opið undan steypafinaluni.
Fyri HB er tað eisini óheppið, at stjørnuleikarin, Hanus Søresen, ikki verður við, tí hansara sáttmálið við HB gekk út 31. oktobur. Hann valdi beinanvegin at fara at venja við Slovenska NK Celje, sum hann hevur gjørt sáttmála við.
Hinvegin so hevur U21-landsliðsleikarin hjá HB, Áki Samuelsen, spælt nakrar dystir aftur fyri HB, eftir at hann var skaddur meginpartin av seinnu hálvu.
Annars tykjast feløgini at hava allar leikarar klárar til steypafinaluna.
Fótbóltssambandið boðar eisini frá, at undansølan av atgongumerkjum gongur væl, og í gjár vóru 3400 atgongumerki seld. So væntandi verður Tórvøllur væl settur, tá ið steypafinalan verður bríkslað í gongd.
Í tíðindunum á FM1 í dag klokkan fimm verður Agnar Prestá, fótbóltstíðindamaður á Portalinum, í rásarúminum at práta um steypafinaluna.
FM1 sigur frá dystinum.
Televarpið vísir steypafinaluna beinleiðis kl. 19.00 á Rás 1. Byrjað verður at senda klokkan 17.45