Stóra danska DM-vikuskiftið var seinasta vikuskiftið í Aalborg, og føroyingar vóru eisini til staðar, har 33 ymisk sersambond skipaðu sína kapping um danska meistaraheitið.
Ein av føroyingunum var Tórur Mortensen, sum endurvann danska meistaraheitið í trýstøkk.
Fyrstu ferð, at Tórur vann gull á DM uttandura var í 2021, í fjør bleiv tað til silvur, men nú í ár endurvann hann tað. Tórur vann eisini gull í trýstøkk til DM í innandura fyrr í ár.
– Tað er gleðiðigt at síggja, at Tórur, eftir nógvar kappingar, har hann ikki hevur fingið lopið, fekk fýra góðkend lop. Tað er tí tekin um, at hann er við at koma seg yvir skaðan, har næsta testin verður oyggjaleikirnir á Guernsey, skrivar heimasíðan hjá ítróttarfelagnum, Hvirluni.
Tórur hevur stríðst við skaða í fótinum, og sást hetta aftur í fyrsta lopinum í kappingini, har hann bara rann ígjøgnum, heldur enn at leypa. Hann avráddi tí, saman við venjaranum at nýta stutta atrenning, soleiðis at tað kom minni tyngd á fótin.
Næsta lopið miseydnaðist heilt.
Triðja lopið sat betur, og kom hann út á 14,43 metrar, og legði hann seg harvið á odda í dystinum um danska meistaraheiti. Hann økti í fimta umfarið til 14,61 metrar, sum gjørdist tað longsta.
– Tað, at Tórur megnar at vinna DM frá stuttari atrenning, vísur at styrkin er har til at leypa langt, skrivar Hvirlan.
Nøkur hagtøl:
- DM heiðursmerkir:
- trýstøkk inni: 3 gull og 1 silvur
- trýstøkk úti: 2 gull og 2 silvur
- 4×400 m boðrenning: 1 silvur og 1 broncu
- besta lop inni: 15,37 m (føroyskt met)
- besta lop úti: 15,45 m (føroyskt met)
Kelda: Hvirlan