Tórur Mortensen gull í longdarlopi

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Tórur Mortensen livdu upp til leiklutin sum favorittur og vann í kvøld gull í longdarlopi á Oyggjaleikunum. Hansara besta lop var 7,40 metrar.

Jónas G. Isaksen megnaði ikki at endurvinna gullið á 200 metrum, men vann bronsu við tíðini 21,75 sekund.

Oddvør Josephsen gjørdist nummar seks á 200 metrum hjá kvinnum. Tíðin hjá Oddvør var 26.18.

Rutt Gregersen gjørdist nummar 9 í 5000 metra renning við tíðini 18.22,90.