Tórur nýtt innandura met í longdarlopi

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Longdarleyparin, Tórur Mortensen, setti í síðstu viku tvær ferðir nýtt føroyskt í innandura longdarlopi, tá ið hann fyrst leyp 7,34 metrar og so 7,48 metrar í sterkari kapping, ið var innandura í Danmark. Tað skrivar Hvirlan á heimasíðu síni. Tórur Mortensen eigur uttandura metið, sum er 7, 49 metrar.

Sambært metlistanum hjá Fræslum Ítrótti Føroya átti Eiri Jógvansson Glerfoss gamla innandura metið á 7, 30 metrar, sum hann leyp í 2023.

Tórur Mortensen endaði harvið á einum heiðurligum fjórða plássi, frammanfyri EM-luttakarar úr Íslandi og Noregi.

Í kappingini leyp Tórur Mortensen móti sterkum longdarleyparum úr Danmark, Noregi, Svøríki, Týsklandi, Niðurlondum, USA og Meksiko.

Í fyrsta lopinum miseydnaðist lopið hjá Tóri. Men í øðrum lopinum bøtti hann sítt persónliga met til 7,34 metrar og tók samstundis innandura føroyska metið. Við hesum bragdinum legði hann seg á sjeynda pláss í kappingini.

Í triðja lopinum leyp hann 7,28 metrar, og hann varð verandi á sjeynda plássi.

Í finaluumfarinum leyp Tórur Mortensen 7,48 metrar og kom heilt upp á eitt fjórða plássi, og bøtti enn einaferð um føroyska metið. Fimta lopið var eitt sindur styttri, men í sætta lopinum tangeraði hann nýggja føroyska metið við 7,48 metrar.